17.05.2011 · Umhvørvismálaráðið

Orku- og samstarvsvitjan í Onglandi, Hetlandi og Skotlandi

Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum, vitjar hesa vikuna í Onglandi, Hetlandi og Skotlandi at tosa um samstarv um m.a. alternativa orkuframleiðslu.

Í Hetlandi hava umboð fyri stjórnina fyrireikað eina umfatandi skrá, ið fevnir um nógvar ymiskar samstarvsmøguleikar. Johan Dahl sær fleiri møguleikar fyri samstarvi, serliga á orkuøkinum, og hava umboð úr Hetlandi eisini nýliga verið í Føroyum og umrøtt vinnuligar samstarvmøguleikar millum londini bæði.

Í Hetlandi fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at tosa um samstarv um grøna orkuframleiðslu, teletænastur, ferðasamband og handil.  Fundir verða við m.o. Viking Energy, sum byggir eina stóra vindmyllupark Í Hetlandi, umboð fyri olju- og gassfeltini, sum Føroya Tele í fleiri ár hevur veitt teletænastur til og umboð fyri Havnina í Lerwick.

“Í Føroyum hava vit stórar avbjóðingar fyri framman á orkuøkinum og er tað tí umráðandi,  at vit fáa í lag skilagóð samstørv fyri at røkka okkara málum innan orkuøkið”, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl.  Við landsstýrismanninum á ferðini eru umboð fyri Vinnumálaráðið, Jarðfeingi, og Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.
 

Eisini steðgar landsstýrismaðurin í London, har umboð fyri Toshiba fara at greiða frá smáu kjarnorkuverkunum Toshiba 4S (Super safe, Small and Simple), sum verða klár at seta í framleiðslu um nøkur fá ár. “Við røttu trygdini og nýggjastu tøknini, er kjarnorka ein rein og bílig orkukelda, ið eigur at verða tikin við í føroyska orkukjakið”, sigur Johan Dahl.
 

Á ferðini hevur landsstýrismaðurin fund við City Council í Aberdeen áðrenn vitjað verður á stóru ráðstevnuni og framsýningini fyri grøna orku, All Energy.  Her skal landsstýrismaðurin hava fleiri fundir m.a. við SSE (Southern Scottish Energy) um samstarvsmøguleikar.