29.06.2016 · Umhvørvismálaráðið

Ongar fráboðanir um, at føroyingar eru løstaðir í atsóknini í Istanbul

Ongar fráboðanir um, at føroyingar eru løstaðir í atsóknini í Istanbul

Atsóknin í Atatürk floghavnini í Istanbul í gjárkvøldið kravdi í minsta lagi 36 mannalív og higartil er tað, at í hvussu er 148 fólk eru særd. Tær norðurlendsku uttanríkistænasturnar samstarva á staðnum til tess at fáa greiðu á, um nakar norðurlendingur er millum tey raktu. Eftir at hava kannað støðuna gjølla, og m.a. vitjað øll viðkomandi sjúkrahús, er ikki funnið fram til nakran norðurlending millum tey raktu.

Danska uttanríkisráðið fer ikki at herða teirra ferðavegleiðing til Turkalands, sum tó longu ávarar um yvirgangsvanda í Turkalandi. Mett verður, at henda seinasta atsóknin ikki var vend ímóti útlendskum ferðandi til Turkalands, men ímóti Turkalandi og turkum sjálvum, sum eitt úrslit av herda stríðnum millum Turkaland og ISIL. Tó hevur USA valt at herða teirra vegleiðing viðvíkjandi ferðing til Turkalands.

Slóðir til ferðavegleiðingarnar hjá Danmark, Noregi, Bretlandi og USA.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er í føstum samstarvi við danska uttanríkisráðið, soleiðis at føroyska uttanríkistænastan luttekur saman við allar aðrar viðkomandi partar í tilbúgvingarbólkinum hjá danska uttanríkisráðnum.