ONS er oljuráðstevna í Stavanger, har fólk úr øllum heiminum og úr øllum pørtum av vinnuni hittast. Stevnan er býtt í tríggjar partar. Framsýning, fyrilestrar og ein mentanarligan part. (mynd: Jan Múller)
Umboð fyri m.a. føroyska vinnu vóru eisini á stevnuni. Í ár hevði vinnan tó ikki egnan framsýningarbás, sum hon annars hevur havt undanfarin ár.
Teir tveir dagarnar, Johan Dahl var á stevnuni, hitti hann bretska orkumálaráðharran Charles Hendry. Teir skiftu orð um felags áhugamál, sum Føroyar og Bretland hava í sambandi við oljuleiting og - vónandi komandi - oljuframleiðslu í Føroyum.
Eisini var Johan Dahl á fundi við NOFO, ið er ein eind, stovnað, rikin og fíggjað av fyristøðufeløgum (operatørum) í Noregi. NOFO hevur til uppgávu at verja móti dálking í sambandi við oljuvinnuna, serliga á opnum havi. Á hesum fundi fekk Johan Dahl eina áhugaverda gjøgnumgongd av, hvussu tilbúgving er skipað í Noregi, og var hetta ógvuliga áhugavert. Eisini er NOFO til reiðar at veita ráð, skuldu vit ynskt tað.
Johan Dahl hitti eisini oljufeløg og fekk høvi at greiða frá um oljuvinnu í Føroyum, umframt at hoyra, hvussu hesi síggja upp á útlitini hjá oljuvinnuni sum heild. Tað tykist, sum bjartskygni í løtuni valdar í vinnuni. Vanlukkan í Meksioflógva setti tó eisini síni spor á stevnuna, har trygd var eitt afturvendandi tema, ið allir aktørar taka í størsta álvara.