28.11.2013 · Umhvørvismálaráðið

Økt ferðslutrygd: avmarkað koyring við summardekkum um veturin

Nýggj kunngerð ber í sær, at frameftir verður koyring við summardekkum avmarkað á vetrartíð

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, ið eisini umsitur ferðslumál, setur nú í verk eina nýggja kunngerð um nýtslu av dekkum.

 

- Siktið er at økja ferðslutrygdina í landinum, og vónin er, at færri ferðandi verða fyri ferðsluóhappum og álvarsligum ferðsluvanlukkum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

 

Høvuðsbroytingin í mun til galdandi reglur er, at koyring við summardekkum vetrarhálvárið verður regulerað og harumframt eisini avmarkað.

 

Nýggja kunngerðin ber í høvuðsheitum í sær, at í tíðarskeiðinum 1. desember til 30. apríl er bannað bilførarum at koyra við summardekkum, um hálka er á vegnum - uttan so, at akfarið eisini er skøtt við ketum.

 

Samstundis verður í sama tíðarskeiði víðkað um undantakið til at brúka vetrardekk ella píkadekk.

 

Sostatt kunnu bilførarar velja at hava summardekk á akfarinum í nevnda tíðarskeiði, men tá hálka er, er ikki loyvt at nýta akfarið við summardekkum.

 

Við hesum koma Føroyar upp í bólkin av norðurlondum, ið øll, við undantaki av Danmark, hava ásett skyldu til at brúka í minsta lagi vetrardekk í tíðarskeiðinum, har hálka kann koma fyri.

 

Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá Landsverki, Vinnuhúsinum, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Fútanum, Føroya Koyrilærarafelag, Vinnnumálaráðnum, Trygd og Tryggingarfelagnum Føroyar. Øll hava sum heild verið positiv fyri broytingi.

 

Nýggja kunngerðin um nýtslu av dekkum verður sett í gildi 1. desember 2013.