07.05.2015 · Umhvørvismálaráðið

Nýtt útbjóðingarumfar til oljuleiting í Føroyum í 2017

Tíðindaskriv

Um tvey ár verður aftur møguligt hjá oljufeløgunum at fáa nýggj loyvi at leita eftir olju undir Føroyum. Johan Dahl, landsstýrismaður boðaði frá á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag um boring í basalti, at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting á føroyska landgrunninum verður hildið í 2017.

-Fyri nøkur kann tað kanska tykjast óvæntað, at boða frá einum útbjóðingarumfari, soleiðis sum umstøðurnar eru í oljuvinnuni í løtuni. Men útlitini batna við tíðini. Vit vita, olja er at finna í føroysku undirgrundini, og at fleiri av okkara økjum eru sera áhugaverd hjá oljufeløgum at kanna nærri. Vit fara tí fram til 2017 miðvíst at skapa optimalar karmar fyri, at útbjóðingin verður væleydnað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

Leitivirksemi hevur verið á føroyska landgrunninum í eini 15 ár. Í hesum tíðarskeiði eru níggju brunnar boraðir uttan lønandi oljufund. Níggju brunnar eru ikki nógvir í so stórum øki, sum tí føroyska. Jarðfeingi er av teirri áskoðan, at fleiri øki eiga at verða kannað, og har góðir møguleikar eru fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum.

Við verandi lágu oljuprísum verður løtan ikki mett at vera tann rætta at hava útbjóðing, men fyri at geva áhugaðum oljufeløgum betri stundir at fyrireika seg og at geva seismikkfeløgum møguleika at savna inn nýggjar seismiskar dátur, verður útbjóðingin fráboðað nú.

Í samband við fráboðanina hevur landsstýrismaðurin eisini gjørt av, at møguleikin at søkja um leitiloyvi eftir open-door skipanini verður lokaður til eftir útbjóðingina í 2017.