Næstu fýra árini verða tað hesi fimm fólkini, sum koma at mynda stýrið fyri Vinnuframa. Dánial Hoydal verður formaður og Gudny Vang, Fróði Sivertsen, Rannvá Troest og Lena L. Mohr verða stýrislimir.
Stýrið, sum nú hevur lagt frá sær, hevur sitið tvey fýra ára skeið, sum er longsta skeið, ið lógin um Vinnuframagrunn loyvir.
Hesi átta árini er nógv komið burturúr. Bygningurin hjá Vinnuframa varð innrættaður til biotøkniliga granskarasetrið iNOVA, sum nú hevur fýra ár á baki, fult hús og nógv virksemi.
Vinnuframi hevur eisini eina røð av øðrum uppgávum, m.a. umsitur Vinnuframi stuðulsskipanina til skipasmíð og samskiparin í Vinnuframa er umboð fyri Granskingarráðið í ES-samstarvinum Horizon 2020 í tí partinum, sum er um verkætlanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur (SME).
Vinnuframi hevur eisini tikið stig til fleiri verkætlanir fyri at styrkja karmarnar fyri íverksetarar í Føroyum, og arbeitt fyri einari betri og meiri samanhangandi føroyskari vinnuframaskipan. Hetta er m.a. komið til sjóndar í átøkum kring landið saman við Íverksetarahúsinum í Klaksvík og Hugskotinum í Havn. Hesir tríggir partar samstarva eisini um føroysku luttøkuna í árligu altjóða kappingini fyri skapandi vinnur, Creative Business Cup.
Fráfarandi stýrið hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varpa ljós á týdningin av nýskapan og íverksetan, og letur eina vælvirkandi og fjølbroytta skipan frá sær.
Arbeitt verður áhaldandi við at betra og samskipa vinnuframaskipanina, og tað verða eisini nógvar spennandi uppgávur hjá nýggja stýrinum at fara undir, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og ynskir nývalda stýrinum góða eydnu við arbeiðinum.