09.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Nýggjur nevndarformaður á Føroya Tele

Á eykaaðalfundi hjá Føroya Tele mikudagin 19. mars hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, valt Heina Zachariassen til nevndina í Føroya Tele fyri Hákun Steingrímsson, sum ynskti at leggja frá sær sum nevndarformaður.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Heina Zachariassen sum nevndarformanni, og Reidari Nónfjall sum næstformanni.


Heini Zachariassen er stjóri á KT-fyritøkuni BullGard, ið hevur høvuðssæti í Keypmannahavn.


Meira fæst at vita við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 356060