Hin 1. september yvirtóku nýggju eigararnir P/F Lív Holding, fyrr P/F Føroya Lívstrygging, frá landsstýrinum.
Nýggir eigarar eru Ognarfelagið Lív og P/F Fakfelag, ið fáa handað fimm sættapartar av partapeninginum í P/F Lív Holding.
- Løgtingið avgjørdi í síni tíð, at 50 prosent av partapenginum í P/F Føroya Lívstrygging skuldi latast Ognarfelagnum Lív og tryggingartakarunum, og at hin helvtin skuldi seljast privatum íleggjara. Hetta tí mett var, at tað ikki er uppgávan hjá landinum at reka tryggingarvirksemi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
- Eg gleðist um at setningurin, sum Løgtingið í síni tíð gav landsstýrinum, er nú loksins framdur. Sjálvur eigi eg minsta lutin í hesari tilgongdini – eg havi bara borði staffettina tann minsta teinin – og soleiðis komin um málstrikuna við henni.
Undan mær hava landsstýrisfólkini Bjarni Djurholm, Bjørt Samuelsen og Johan Dahl haft stafettina., og fimmannanevndin í ognarfelagnum og somuleiðis fakfeløgini eiga sín stóra lut í, at vit nú eru rokkin á mál.
Eg vil takka øllum sum hava luttikið í drúgvu tilgongdini, og fegnist um, at starvsfólk og stjórn í P/F Lív Holding nú vita, at tey hava fingið nýggjar eigarar, og í felag við nýggju eigarunum kunnu fara undir at mynda framtíðina hjá P/F Lív Holding.