Oljan í Marjun rennur betur enn higartil hildið. Hetta er jaligt fyri møguleikan at útvinna olju úr brunninum.
Í 2001 varð brunnurin 6004/16-1z boraður við Amerada Hess sum fyristøðufelag. Borað varð gjøgnum 170 m av oljuberandi løgum við lættari olju. Hetta var eitt spennandi úrslit, men eftir at hava borað ein avmarkingarbrunn á enskum øki og gjørt nærri kanningar av mátingum og kjarnum, gjørdu loyvishavararnir av ikki at halda fram við loyvinum og lótu tað innaftur.
Tøkni og kanningarmøguleikar eru síðani ment, og hevur eitt amerikanskt ráðgevingarfelag, eftir áheitan frá Jarðfeingi, nú mett um upplýsingarnar frá boringini. Úrslitið av hesum vísir m.a., at oljan rennur betur gjøgnum goymsluna, enn higartil hildið. Hetta er í sjálvum sær jaligt fyri møguleikan at útvinna oljuna. Tað eru tó enn fleiri viðurskifti at kanna, áðrenn metast kann um, hvussu útlitini eru fyri at útvinna oljuna.
Eftir kolvetnislógini ber til hjá oljufeløgum at søkja um loyvi til hetta økið. Kolvetnislógin ásetir, at feløg kunnu søkja um leitiloyvi á økjum, ið áður hava verið útboðin í útbjóðingarumfari. Áðrenn loyvi eftir hesi mannagongd kann verða latið, skal kunnast alment um, at umsókn um økið er komin til landsstýrismannin, og hava onnur feløg tá 90 dagar til at søkja um sama økið.”