16.05.2015 · Umhvørvismálaráðið

Nýggjar tyrlur

Í samráð við landsstýrið, hevur Atlantic Airways nú gjørt av at skifta 20-ára gamla tyrluflotan út. Avgjørt er at keypa tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139 og verður hetta ein munandi bati fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Gomlu Bell 412 tyrlurnar kunnu hinvegin bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir.

Í mun til sjúkraflutning og neyðstøður er somuleiðis talan um ein bata, eftir sum nýggju tyrlurnar hava pláss fyri tveimum børum samstundis, ímeðan Bell-tyrlurnar bara kunnu taka eina børu í senn. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum.

Tænastustøðið innan innanoyggja ferðafólka- og farmaflutningin kemur eisini at hækka munandi og taka nýggju AW 139 tyrlurnar 15 ferðafólk í mun til tey 9, sum Bell tyrlurnar kunnu flyta. AW 139 eru útgjørdar við sonevndum ”super silent kabinum”. Ljóðið umborð svarar sostatt til ljóðið umborð á einum ferðafólkaflogfari, og tí er ikki neyðugt við oyrnavernd, sum er alneyðug umborð á Bell 412. Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag.

Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu hollan kunnleika at handfara AW 139.

Nýggju tyrlurnar eru liður í arbeiðinum at tilevna nýggjan sáttmála um tyrluflúgvingina, sum landsstýrið hevur fingið samráðingarheimild frá Løgtinginum til at gera við Atlantsflog. Sáttmálin, sum í mesta lagi røkkur yvir 10 ár, skal fevna um hesar tænastur:

1) innanoyggja fólkaflutning, farmaflutning og postflutning,

2) leiting og bjarging,

3) sjúkraflutning og

4) aðrar uppgávur, sum landsstýrið eyðmerkir í samráðingartilgongdini.

Í eini viðmerking sigur Johan Dahl, at hann fegnast stórliga, at tað bar til at fáa avtalu í lag um at keypa nýggjar tyrlur. ”Nýggju tyrlurnar verða ein stórur bati fyri ferðafólkaflúgvingina. Somuleiðis borga nýggju tyrlurnar fyri eini betri tilbúgving til SAR eins og sjúkraflutningurin bæði verður betri og tryggari. At enda lata tyrlurnar upp fyri fleiri møguleikum til virksemi innan t.d. eina framtíðar oljuvinnu innan føroyska sjóumveldið. Samanumtikið haldi eg, at hetta er eitt stórt framstig fyri tyrlutænastuna í Føroyum, sum við nýggju tyrlunum verður framtíðartryggjað í nógv ár frameftir” sigur Johan Dahl.

Nýggju tyrlurnar verða væntandi settar í flúgving í fyrru helvt av 2016.