Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um fýrverk í almenna hoyring. Verandi reglur um fýrverk eru ótíðarhóskandi og als ikki nøktandi.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt um manglandi trygd viðvíkjandi fýrverki, eitt nú at stórar bingjur hava staðið mitt í býnum, og at fýrverk er selt í Føroyum, ið ávarað er um í grannalondunum. Vit kunnu ikki vera errin av manglandi trygdini og verjuni av fólki og fæi, tá fýrverk umræður.
Nýggja kunngerðin herðir tí krøvini til góðsku og trygd av fýrverki. Strangari reglur vera settar fyri fýrverksgoymslur, til dømis at hesar ikki kunnu liggja mitt í bústaðarøkjum; goymslur á sølustøðum skulu góðkennast av viðkomandi kommunala brunamyndugleika, og størri fýrverksgoymslur skulu góðkennast av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tað fer eisini at bera til at afturkalla vandamikið fýrverk, og gjørligt verður at seta bann fyri nýtslu av fýrverki á ávísum økjum, har sum vandi ella ampi kann standast av hesum, til dømis kann Tórshavnar Kommuna banna nýtslu av fýrverki á Reyni.
Í kunngerðini verður sett greitt bann og revsing fyri at nýta neyðrakettir sum fýrverk.
Í dag er vanligt at skjóta fýrverk um nýggjársmundið. Sum nakað nýtt ásetur kunngerðin, at vanligt fýrverk einans kann skjótast frá 31. desember til 2. januar. Søla av brúkarafýrverki verður loyvd frá 28. desember til og við 31. desember. Onnur nýtsla og søla krevur loyvi frá Føroya Landfúta. Harumframt verða greiðar ásetingar um aldursmark fyri at keypa fýrverk.
Skotið er upp, at nýggju reglurnar um fýrverk koma í gildi 1. januar 2024, og at verandi goymslur av fýrverki skulu lúka ásetingarnar í kunngerðini í seinasta lagi 1. juli 2024.
Uppskotið til nýggja kunngerð um fýrverk kann lesast her.