Løgtingið samtykti einmælt mikudagin 12. mai 2010 nýggja løgtingslóg um matvørur v.m.
Løgtingið samtykti einmælt mikudagin 12. mai 2010 nýggja løgtingslóg um matvørur v.m.
Endamálið við lógini er, at:
- tryggja brúkarum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku
- verja brúkaran ímóti villleiðing og syrgja fyri nøktandi og rættari merking
- fremja heilsugóðar matarvanar
- tryggja matvøruframleiðarum og -handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir
- fremja føroyskan matvøruútflutning
- skipa eitt virkið og tørvsvent alment eftirlit
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur í viðmerking:
“Verandi matvørulóg hevur tænt brúkarunum, vinnuni og eftirlitinum væl. Nú 25 ára gomul varð endurnýggjan neyðug, skuldi hon framhaldandi lúka treytirnar, sum neyðugt og virkið amboð í arbeiðinum fyri matvørutrygd
og -dygd.”
Nýggja matvørulógin gevur landsstýrismanninum í vinnumálum neyðugu heimildirnar at gera heilsufrøðiligar reglur sum tryggja, at eitt nú føroyska framleiðslan av matvørum til útflutnings er á tí støði, sum Føroyar hava bundið seg til í avtalu við ES.
Lógin fevnir um:
- Matvørutrygd og samanseting av matvøru
- Vatngóðsku og -trygd, galdandi frá tí staði, har rávatn verður tikið inn
- Kost og føðslu
- Marknaðarføring og merking av matvørum
- Matvøruvirki
- Myndugleikar og eftirlit
Lógin kemur í gildi seinast 30 dagar eftir løgtingssamtykt. Kunngerðir, givnar við heimild í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., verða verandi í gildi, til aðrar verða lýstar.