19.04.2010 · Umhvørvismálaráðið

Nýggj váðafús fígging til nýskapandi íverksetan

Nýtt vakstrarpartafelag verður nú stovnað, sum hevur til endamáls á vinnuligum grundarlagi at gera íløgur í nýskapandi íverksetarafyritøkur við stórum vakstrarútliti.

Nýtt vakstrarpartafelag verður nú stovnað, sum hevur til endamáls á vinnuligum grundarlagi at gera íløgur í nýskapandi íverksetarafyritøkur við stórum vakstrarútliti
 
Vinnumálaráðið hevur saman við stovnarunum tikið stig til felagið, sum í næstum fer at bjóða fleiri íleggjarum at vera við.
 
Aftanfyri vakstrarpartafelagið standa stovnararnir Eik Grunnurin, P/F Royndin, TF Holding og P/F SMS.
 
Felagið fer at fylla holið, ið hevur verið í fíggingarketuni í menningartilgongdini frá tanka til marknað. Vakstrarpartafelagið ger íløgur í partafeløg, sum hava nýskapandi hugskot og lovandi vakstrarætlanir, og selur aftur, tá ið tær hava spírað og eru búnar til rakstur og vøkstur.
 
Stovnararnir binda seg til at hækka partapeningin, so hvørt sum íløgur verða gjørdar, við tilsamans kr. 13,5 mió. næstu 5 árini.
 
Krøv til íverksetaran
Felagið, sum er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum, tekur á seg sera stóran váða og setir tí eisini stór krøv til verkætlanirnar, sum íløgur verða gjørdar í, og ikki minst til íverksetararnar sjálvar, m.a:
·         Leiðslan í íverksetarafyritøkuni skal vera samansett av persónum við viðkomandi og fakligum førleikum
·         Íverksetara fyritøkan skal hava eina professionella nevnd, harav vakstrarpartafelagið skal velja minst ein nevndarlim
·         Íverksetarin skal arbeiða fulla tíð við verkætlanini
·         Íverksetarin og leiðandi starvsfólk skulu góðtaka eina lága løn, inntil verkætlanin kastar munandi pening av sær
·         Íverksetarin skal sjálvur seta eina munandi fíggjarliga upphædd í verkætlanina
 
Roynd nevnd
Nevndin er mannað av royndum vinnulívsmonnum og íverksetarum. Hesir eru Niels Mortensen, Jens Willumsen og Teitur Samuelsen.
 
Niels Mortensen, stjóri í SMS, er sjálvur íðin íleggjari í íverksetarafyritøkum. Teitur Samuelsen, fíggjarleiðari á P/F Bakkafrost, hevur drúgvar royndir við fíggjarstýring frá m.ø. KPMG, DONG, Atlantic Petroleum og Bakkafrost. Jens Willumsen er virkin partnari í skipanini Partnerkapital hjá danska Vækstfondinum, sum hevur til endamáls at gera íløgur í nýskapandi fyritøkur saman við business angels. Jens Willumsen er harumframt nevndarlimur í fleiri partafeløgum, m.o. Atlantic Airways.
 
Alment privat samstarv
Allur partapeningurin er privatur, og stovnararnir ynskja onga almenna fígging, men Vinnumálaráðið hevur saman við stovnarunum slóðað fyri vakstrarpartafelagnum. Almenni leikluturin er tó avmarkaður til, at Vinnuframagrunnurin hevur boðið sær til at veita felagnum umsitingarliga hjálp, og at ráðgevarabankin, sum Vinnuframagrunnurin hevur skipað, verður felagnum til taks.
 
Vinnuframagrunnurin, sum hevur til endamáls at stuðla nýskapan, menning og aljtóða marknaðarføring, fer í mongum førum eisini at veita somu íverksetarafyritøkum ráðgeving og stuðul.
 
Vakstrarpartafelagið verður stovnað seinni í mánaðinum og fer til verka beinanvegin. Í næstum verður farið undir at bjóða fleiri íleggjarum upp í felagið.
 
Nærri upplýsingar um felagið og virkisgrundarlagið fáast við at venda sær til Bjarna Olsen á tlf. 548575.