15.01.2009 · Umhvørvismálaráðið

Nýggj samstarvsavtala letur upp aftur fyri fiskaútflutningi til Russlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan og russiski heilsufrøðiligi myndugleikin, Rosselkoznadzor, hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu. Avtalan inniber, at føroyingar innan stutta tíð aftur kunnu útflyta fisk og fiskavørur til Russlands

Útflutningurin av føroysku fiskavørunum til Russlands kann byrja aftur, tá russarar hava góðkent føroyska listan yvir virkir og boðað sínum marknaeftirlitsstøðum frá hesum. Harumframt skal ein frymil til heilsuváttanir góðkennast av russisku myndugleikunum. Um alt gongur sum ætlað, eru hesi viðurskifti komin í rættlag innan ein mánað.
 
Samstarvsavtalan skal tryggja, at russarar fáa dygdargóðan fisk og fiskavørur av føroyskum uppruna, ið eru framleiddar á virkjum og skipum, sum, umframt føroysk krøv, eisini lúka russisk heilsufrøðilig krøv. Í samráð við russarar er staðfest, at galdandi mannagongd í sambandi við umlasting av feskum alifiski kann halda fram.
 
Russarar leggja dent á, at teir hava álit á heilsufrøðiligu myndugleikunum í Føroyum. Teir leggja í hendurnar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at gera ein lista við virkjum, sum lúka russiska lóggávu. Hesin listi verður sendur Rosselkhoznadzor til góðkenningar. Ikki er neyðugt við russiskari eftirlitsvitjan, áðrenn virkini kunnu byrja útflutning til Russlands.
 
Russiski myndugleikin kemur aftur á eftirlitsvitjan, møguliga einaferð seinast í 2009. Tá velur eftirlitsmyndugleikin úr Russlandi nøkur virki á listanum at hyggja nærri at. Um hesi virki lúka heilsufrøðiligu krøvini, er hetta ein staðfesting av tí áliti, ið russarar hava víst føroysku eftirlitsskipanini og virkjunum sum heild.