Nýggj kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin) er komin í gildi
Landsstýrismaðrin i uttanríkis- og vinnumálum hevur sett nýggja kunngerð, kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin) i gildi. Sí kunngerðina her.
Umframt tvær høvuðsbroytingar eru fleiri týðandi broytingar gjørdar í mun til galdandi lúsakunngerð.
Onnur høvuðsbroytingin er, at markvirðið fyri laksalýs, roknað sum miðaltalið á lúsum á øllum fiskunum, sum eru tiknir til kanningar í hvørjari alistøð sær, verður lækkað úr 2 lúsum til 1,5 vaksna kvennlús.
Hin høvuðsbroytingin er, at farið verður frá einum “viðgerðarmarki”, har alarin skal viðgera móti laksalús, tá farið var upp um markvirðið til eitt “mest loyvda mark”. Tað merkir, at alarin hevur skyldu til fyrr at seta í tiltøk í verk, herundir slakt soleiðis, at tal á lúsum alsamt verður hildið so lágt sum møguligt og undir mest loyvda markinum.
Verður farið upp um mest loyvda markið er meginreglan, at landsdjóralæknin skal áleggja at slakta fiskin innanfyri tveir mánaðir, um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað (lýs skulu teljast í øllum aliringum hjá alibrúkinum 14. hvønn dag), sum eru farnar upp um mest loyvda markið. Metir Landsdjóralæknin, at tað eru heilt serlig viðurskifti, sum tala fyri tí, kann veitast undantak frá hesum. Undantak kann eisini veitast við ávísum treytum til fiskurin vigar 4. kg
Afturat hesum verða gjørdar greiðari reglur og mannagongdir fyri at lækka talið av útsettum smoltum, t.e. um farið er upp um markivirðið. Smb § 8 í lúsakunngerðini hevur landsdjóralæknin heimild til at taka avgerð um, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal vera hækkað ella skal lækka í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirði, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir. ”