Nýggj Javnstøðunevnd sett við Kristionnu Winther Poulsen sum forkvinnu
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, hevur sett nýggja Javnstøðunevnd. Kristianna Winther Poulsen verður forkvinna í nevndini.
Kristianna Winther Poulsen starvast í Granskingarráðnum og er ES-samskipari í Mentamálaráðnum.
Hon er útbúgvin cand. mag í fronskum og søgu og Master of Science í leiðslu og fyrisiting.
Nýggja forkvinnan fyri Javnstøðunevndina hevur víst stóran áhuga fyri javnstøðuspurningum, og hevur millum annað starvast sum fulltrúi í javnstøðumálum. Í 2002 luttók hon í CEDAW Examination í ST í New York, og hon skrivaði fyrstu føroysku CEDAW frágreiðingina í 2004. Eisini hevur hon luttikið í norðurlendskum samstarvi innan javnstøðu.
Hini, ið manna Javnstøðunevndina, eru: Jákup Páll M. Mortensen, Egon Joensen, Marjun Turid Magnussen og Magnus Tausen.
Varalimir eru Heðin D. Poulsen, Guðrið Joensen, Esther Dahl, Eileen Sandá og Maibritt Mohr.
Virksemið hjá Javnstøðunevndini er í høvuðsheitum at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og at geva tilmæli í javnstøðumálum.
Nýggja Javnstøðunevndin er vald fyri løgtingsskeiðið 2008 – 2012.