Landsstýrismaðurin hevur valt tveir nýggjar nevndarlimir í Framtaksgrunnin.
Landsstýrismaðurin hevur dag valt Fróða Magnussen og Kristinu Ellingsgaard í nevndina fyri Framtaksgrunnin. Tey koma i nevndina í staðin fyri Rúnu Hilduberg og Anniku Waag.
Fróði Magnussen er útbúgvin frá handilsháskúlanum í Århus, og starvast sum stjóri á Formula.
Kristina Ellingsgaard hevur bankaútbúgving, og starvast sum rakstrarleiðari fyri deildini hjá Eik í Eysturoynni.