Nýggir bústaðir skulu ikki upphitast við olju. Hetta er nú staðfest í kunngerð, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur ásett.
Forboðið móti oljufýrdari upphiting er eitt av 23 átøkum í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í mai 2022 fyri at røkka mál Føroya um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
Kommunurnar umsita nýggju reglurnar í sambandi við, at søkt verður um byggiloyvi.
Kommunurnar kunnu fram til 1. januar 2025 veita undantak frá kravinum um, at olja ikki skal brúkast til upphiting. Undantakið er tó bert galdandi fyri tey, sum hava gjørt byggisáttmála og fingið lánifígging, áðrenn 1. november í ár.