Nýggi íslendski løgmálaráðharrin, Sigriður Ásthildur Andersen, á vitjan
Leygardagin 25. februar hittust Poul Michelsen og nýggi íslendski løgmálaráðharrin Sigriður Á. Andersen, ið varðar av útlendingamálum í Íslandi. Íslendski ráðharrin var í Føroyum í samband við, at Útnorðurráðið hevur havt ráðstevnu í Føroyum.
Fundurin umrøddi tað samstarv sum longu er millum íslendsku og føroysku myndugleikar um útlendingamál. Sigriður Á. Andersen váttaði, at góða samstarvið skuldi halda fram.
Íslendski ráðharrin greiddi frá íslendsku royndunum innan útlendingamál, og lýsti tær umstøður og avbjóðingar, sum føroyingar eiga at hava fyri eyga, nú ætlanin er at yvirtaka útlendingamál. Landsstýrismaðurin greiddi frá føroysku yvirtøkutilgongdini og um tær ætlanir samgongan hevur stungið út í kortið.
Ísland og Føroyar eru á mangan hátt meira lík enn hini norðurlondini, og íslendingar hava virðismiklar royndir innan útlendingamál, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Vit í Føroyum kunnu fáa góðan ágóða av royndunum hjá íslendingum. Síðani yvirtøkutilgongdin byrjaði hevur samskifti og samstarv verið millum føroysk og íslendsk embætisfólk, og samstarvið hevur verið gott og gevandi.