12.11.2009 · Umhvørvismálaráðið

Ny Nordisk Mad fer undir nýtt 5 ára skeið

Ny Nordisk Mad fer undir nýtt 5 ára skeið

Ny Nordisk Mad er ein norðurlendsk verkætlan, ið m.a. hevur til endamáls at menna og at branda norðurlendskan mat, rávørur og matgerð

Umboð fyri Vinnumálaráðiði og føroyski matambassadørurin, Leif Sørensen luttóku í farnu viku á endaseminari frá fyrra skeiðnum av Ny Nordisk Mad, har niðurstøður og úrslit, frá nøkrum av teimum mongu verkætlanunum, sum hava verið seinastu 3 árini, vóru løgd fram. Skrivarin í útoyggjafelagnum Olga Biskupstø var somuleiðis við á seminarinum.

 
Verkætlanirnar í “Ny Nordisk Mad” farnu trý árini hava verið bæði innan mentan, vísind og vinnu.
 
Norðurlendska matmentanin, serstøku traditiónirnar, rættirnir og hagreiðingar sum finnast í hvørjum landi og á hvørjum smáplássi í Norðurlondum, eru grundarstøðið undir matupplivingum í ferðavinnuni.
 
Matmentanin er eisini grundarstøðið undir matupplivingum í ferðavinnuni og undir innovatiónini í norðurlendsku matlistini, sum m.a. hevur ført til, at matstovan NOMA á Norðuratlantsbryggjuni er kosin at vera triðbesta matstova í heiminum.
 
Millum vísindaligu verkætlanirnar eru m.a. Food of LIFE, OPUS-granskingarverkætlanin, sum hevur til endamáls at skapa “The New Nordic Diet” ið skal sameina vælsmakk, góðar matvanar, heilsu og burðardygd.
 
Branding av norðurlendska matinum, matmentanini og av norðurlendsku rávørunum hevur avbera stóran týdning fyri ferðavinnuna og útflutningin. Fleiri fyrilestrahaldarar løgdu dent á, at hóast norðurlond eru tilvitað um sína ríku matmentan, so sæst hetta ov lítið aftur hjá ferðafólkum. Brandingin av Ny Nordisk Mad fær tí eitt stórt pláss í næstu fimm ára arbeiðsskránni.
 
Frískar rávørur og trygg og góð hagreiðing og matgerð er ein sjálvfylgja, skal nýggi norðurlendski køkurin sláa ígjøgnum. Men tað er ein stór avbjóðing at menna skipanir og arbeiðshættir, sum lúka neyðugu heilsukrøvini og sum samstundis gera tað møguligt at hava lønandi matvinnu, eisini á smáplássum.
 
Skjøtil verður settur á næstu 5 ára ætlanina á verkstovu í Keypmannahavn 27. november.
 
Tey ið ynskja nærri kunning um Ny Nordisk Mad kunnu vitja heimasíðuna www.nynordiskmad.org, ella venda sær til føroyska umboðið í stýrisbólkinum, Oyvind av Skarði, fulltrúa, á tlf. 306682/556082