Frameftir skulu borgarar og vinnufyritøkur hava trygd fyri, at drekkivatn og vatn til matvøruframleiðslu lýkur altjóða krøv til drekkivatnsgóðsku.
Vatnveitingin í Føroyum skal frameftir tryggjast fult út, og tí kemur í næstum ein kunngerð í gildi, ið løgskipar hetta økið.
Tvær høvuðsorsøkir eru til, at farið verður undir at løgskipa vatnveitingarøkið í Føroyum.
Onnur er, at borgarar í Føroyum hava krav upp á reint vatn, og at fólk eisini krevja henda rætt.
Hin orsøkin er, at Føroyar ikki fult út kunnu ávísa yvir fyri keyparalondunum av føroyskum matvørum at krøv til regluverkið kring vatngóðskuna verða lokin. Fyri at lætta um útflutningin av fiskavørum til altjóða marknaðin, er tað tí alneyðugt at seta í gildi reglur um góðskukrøv til vatn.
Matvørutrygdin verður sett í hásæti. Ítøkiliga skal tryggjast, at drekkivatn, herundir vatn til matvøruframleiðslu, verður veitt í nøktandi mongdum og við nøktandi góðsku. Vatnið skal vera frítt fyri heilsuskaðilig dálkingarevni og aðra dálking, og at tað skal vera trygt, tá ið tað verður nýtt.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal umsita reglurnar og skal løggilda og hava eftirlit við vatnveitingarskipanum.
Av tí at 94 prosent av vatnmóttakarunum fáa reinsað vatn, er fíggjarliga og umsitingarliga byrðan fyri landið avmarkað. Higartil hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt eftirlit og staðfesting á nógvum vatnverkum, men arbeiðið framyvir verður at íverkseta nýggju kunngerðina.
Fyri kommunur, ið skulu fáa vatnveitingarviðurskifti síni í rættlag, kann talan gerast um ávísar fíggjarligar avleiðingar. Her verður serliga hugsað um, hvussu kommunurnar koma at stýra sínum vatnverkum soleiðis, at drekkivatnið, ið kommunurnar veita sínum borgarum, livir upp til krøvini í kunngerðini.
Fyri flestu av smáu bygdunum er tó galdandi, at tær hava ikki matvøruframleiðslu til útflutnings, og tí er skiftistíðin fyri smáu bygdirnar longri.