Á fíggjarlógini fyri 2023 eru 900.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.
Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.
Játtanin hevur í fleiri ár verið so lítil, at hon burtur av hevur verið nýtt til tiltøk í sambandi við Ramsar-arbeiði. Landsstýriskvinnan, Ingilín D. Strøm, fegnast um, at tað hevur eydnast at hækka játtanina so mikið, at rúm eisini verður fyri at stuðla øðrum viðkomandi ætlanum.
Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.
Sí: Umsóknarblað og reglugerð.
Freistin at søkja um stuðul er 12. mai 2023
Umsóknir skulu sendast til teldupost umhvorvi@umhvorvi.fo