- Tað ber væl til at taka móti flóttafólkum við verandi útlendingalóg, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, sum nú hevur sett gongd á útgreiningararbeiði um flóttafólkaspurningin
Landsstýrismaðurin í útlendingamálum, Johan Dahl, hevur nú sett gongd á arbeiðið, ið hevur til endamáls at greiða, um og hvussu Føroyar kunnu taka ímóti flóttafólkum, um tað er ynskiligt frá føroyskari síðu.
- Ongin avgerð er tikin, men eg ivist onga løtu í, at væl ber til at taka móti flóttafólkum eftir verandi útlendingalóg. Tað snýr seg bara um at hava gott samstarv við ríkismyndugleikarnar, ið varða av flóttafólkamálum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann hevur í samráð við løgmálaráðharran, Mette Frederiksen, borið so í bandi, at ríkismyndugleikarnir nú umhugsa, hvussu farast kann fram í hesum máli.
Landsstýrismaðurin hevur heitt á løgmálaráðharran um seta fólk frá løgmálaráðnum at luttaka í arbeiðinum at gera eitt uppskot til, hvussu Føroyar kunnu taka ímóti flóttafólkum sambært galdandi útlendingalóg, í fall av, at føroyskir myndugleikar taka avgerð um at taka ímóti einum ávísum tali av flóttafólkum.
Løgmálaráðharrin heldur hetta vera áhugavert og umhugsar nú, hvussu farast kann fram.
- Samstarv er vegurin fram í hesum máli, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.