28.10.2009 · Umhvørvismálaráðið

Norðurlond sum "The Green Valley of Europe"

Norðurlond sum "The Green Valley of Europe"

Landsstýrismaðurin í vinnumálum á ráðharrafundi

Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, saman við landsstýriskvinnuni í innlendismálum verið á fundi við vinnu- og orkumálaráðharrarnar úr hinum Norðurlondunum. Evnið á fundinum var hvussu Norðurlond kunnu tryggja eitt sterkt vinnulív og samstundis røkka málunum um at minka munandi um útlátið av veðurlagsgassum.

 
Á fundium varð m.a. kjakast um, hvussu Norðurlond kunnu marknaðarføra seg sum “The Green Valley of Europe”, og nýta hetta sum ein fyrimun hjá fyritøkunum í norðurlondum.
 
Johan Dahl sigur í hesum sambandi:
“Eg haldi avgjørt, at tankin um “The Green Valley of Europe” er áhugaverdur, og eiga Føroyar at samstarva við hini Norðurlondini um hesa verkætlan. Støddin á føroyska samfelagnum ger, at tað er lætt at royndarkoyra verkætlanir í Føroyum á ein hátt, so tað er lættari at meta um samlaðu avleiðingarnar. Við øðrum orðum kunnu vit koyra verkætlanirnar í full-scale, men samstundis í small scale.”
 
Íslendski formansskapurin hevði eisini sett spurningin um burðardyggan flutning á dagsskrá, herundir um elektrifisering av bilparkini. Landsstýrismaðurin vísti í hesum sambandi á møguleikan at nýta Føroyar sum royndarland fyri el-bilar, og at vit í Føroyum hava ítøkiligar ætlanir um at økja um talið á el-bilum. Eisini vísti hann á, at Norðurlond hava stórt havøki, og at útlátið frá skipaferðsluni er ein stór avbjóðing. Landsstýrismaðurin nevndi møguleikan fyri, at royndir við burðardyggari orkunýtslu umborð á ferjum kunnu gerast sum eitt fyrsta stig at minka um útlátið.
 
Norski ráðharrin kunnaði á fundinum um, at ætlanin er at seta upp 5.000 løðistøðir til el-bilar í Noregi. Johan Dahl: “Noreg er kanska fremst av Norðurlondunum, tá tað snýr seg um karmarnar fyri el-bilar, og hini Norðurlondini kunnu læra nógv av teimum. Eg haldi, at tankarnir, sum komu fram á fundinum um at samstarva um lógarverk, avgjøld og infrastruktur eru rættir og neyðugir, fyri at fáa elektrisfiserað ein stóran part av flutninginum í Norðurlondum.”
 
Seinni í dag fer Johan Dahl á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum at halda røðu um flutning og alternativa orku.
 
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 306600.