12.06.2013 · Umhvørvismálaráðið

Norðurlendskt samstarv fremur eltrygd

Norðurlendskt samstarv um eltrygd hevur til endamáls at fyribyrgja vanlukkur og tíðliga at finna trygdarvandar.

Myndugleikarnir fremja eltrygdina eitt nú við marknaðareftirliti, gransking og uppfylgjing av vanlukkum.

Elelvdar vanlukkur í Norðurlondum eru nú kannaðar nærri í Masters-ritgerð, sum Minna Kinnunen hevur latið úr hondum: “Elvanlukkur í Norðurlondum.”

Kinnunen hevur kannað, hvørji sløg av vanlukkum ið henda í Norðurlondum, og hvussu sleppast kann undan hesum. Harumframt hevur hon eyðmerkt nýggj vandaøki, nýggj vandamál og góðar siðvenjur. Kanningin hevði til endamáls at finna nýggjar hættir at fremja eltrygd í Norðurlondum.

Í 2011 lótu tilsamans sjey fólk lív orsakað av elektriskum stoyti í Norðurlondum. Talið umfatar bæði privat og tey, ið arbeiða við ravmagni til gerandis. Innsavningin av upplýsingum í sambandi við vanlukkur og talið av vanlukkum, sum verða fráboðaðar myndugleikunum, skifta nakað frá einum landi til annað.

Nevnast kann eitt nú, at fleiri upplýsingar um elvanlukkur í skúlum og barnagørðum vórðu fráboðaðar í Svøríki enn í hinum londunum. Hinvegin hevði Danmark flestu upplýsingarnar um vanlukkur í sambandi við jørðkáplar, meðan størsta vitanin um vanlukkur, sum yrkiselfólk hava verið fyri, er at finna í Norra.

Niðurstøðurnar í granskingarverkætlanini eru áminning um týdningin av norðurlendskum samstarvi til frama fyri eltrygd. Ein felagstrupulleiki er, at sera fáar upplýsingar eru tøkar um vanlukkur, ið henda í frítíðini. Ein høvuðsorsøk til vantandi vitanina er, at oftast er eingin fráboðanarskylda fyri hetta slagið av vanlukkum.

Fyri norðurlendsku eltrygdarmyndugleikarnir sita Elnevndin í Føroyum, Elsäkerhetsverket í Svøríki, Sikkerhedsstyrelsen í Danmark, TUKES í Finnlandi, DSB í Norra, Mannvirkjastofnun í Íslandi, Grønlands Elmyndighed í Grønlandi og Ålands Landscape á Álandi.

Fleiri upplýsingar:

Leinkja til Masters-ritgerðina: http://www.tukes.fi/Tiedostot/sahko_ja_hissit/Diplomityo_Kinnunen_2013.pdf

Samband til Minnu Kinnunen: minna.kinnunen@liikennevirasto.fi

Eisini ber til at venda sær til Jógvan Sørin Hansen, skrivara í Elnevndini, á telefon 568070 ella við at skriva til jsh@tst.fo