17.06.2014 · Umhvørvismálaráðið

Nordisk Forum í Svøríki

Nordisk Forum í Svøríki

12 – 15. juni var stóra tiltakið “Nordisk Forum” í Malmø, Svøríki.

Nordisk Forum er fyriskipað av norðurlendskum kvinnufelagsskapum úr Noregi, Danmark, Íslandi og Svøríki og hesar dagarnar savnaðust fólk í túsundatali og úr øllum heiminum at viðgera framtíðar javnstøðupolitikk. Hetta er fyrsta heimsfevnandi ráðstevnan um javnstøðu, síðani ST helt ráðstevnu um kvinnurættindi í Peking í 1995.

Johan Dahl, vinnu- og javnstøðumálaráðharri, luttók á ráðstevnuni saman við hinum norðurlendsku ráðharrunum.

Johan Dahl luttók í einum pallborðskjaki um niðursetta arbeiðstíð fyri kvinnur, har hann saman við granskarum og serfrøðingum úr Finnlandi, Svøríki og Noregi viðgjørdi spurningin. Føroyar eru í eini serstøðu, hvat hesum spurninginum viðvíkur, eftirsum meiri enn helvtin av føroysku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Hetta er munandi meiri enn í øllum hinum norðurlondunum og hava Føroyar serligar avbjóðingar í mun til javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

Sunnudagin 15. juni luttóku allir norðurlendsku ráðharrarnir í einum stórum pallborðskjaki, har javnstøða og javnstøðuarbeiði í norðurlondum varð viðgjørt. Ráðharrarnir løgdu fram sínar hugsanir um spurningin, vístu á, hvørjum avbjóðingum vit enn standa við á javnstøðuøkinum, umframt at ráðharrarnir hvør í sínum lagi góvu síni boð uppá, hvussu vit kunnu koma víðari í arbeiðinum javnstøðu at frama.

Johan Dahl nýtti høvi til at vísa á stóru avbjóðingarnar við fráflyting, har tað serliga eru kvinnurnar sum flyta, umframt at hann enn einaferð legði áherðslu á, at tað er týdningarmikið at loysa avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, sum er sera kynsbýttur, har ein stórur partur av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð og har túsundatals føroyingar arbeiða uttanlands. 

Nordisk Forum endaði við stórum hátíðarhaldi, har m.a. symfoniorkestrið í Malmø førdi fram. Undir hátíðarhaldinum fingu allir teir norðurlendsku ráðharrarnir eitt skjal handað frá norðurlendsku kvinnurørsluni, har ynski og krøv um broytingar í mun til javnstøðu verða sett fram.

Norðurlendsku ráðharrarnir høvdu hvør sína røðu á hátíðarhaldinum. Johan Dahl nýtti høvi at hugleiða um javnstøðu og hvussu vit kunnu koma longri fram á leið í javnstøðuarbeiðinum. Í sínum boðskapi legði Johan Dahl høvuðsdentin á familju- og útbúgvingarpolitikkin, eftirsum tað er familjan og okkara skúlar sum í stóran mun treyta, hvussu okkara børn síggja heimin og sín egna leiklut í heiminum. Við eini umskipan og hugburðsbroyting í hesum grundleggjandi “institutiónunum” kann javnstøða fremjast í verki, segði Johan Dahl. 

Til ber at hoyra røðuna við at trýsta á leinkið niðanfyri.

https://www.youtube.com/watch?v=ZAlFawdTIqw