17.11.2015 · Umhvørvismálaráðið

Neyðhjálp og marknaðarføring av føroyskari vinnu verða uppraðfest

Neyðhjálp og marknaðarføring av føroyskari vinnu verða uppraðfest

Í broytingaruppskotinum til uppskot fíggjarlóg fyri 2016 er játtanin hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum til neyðhjálp hækkað við 400.000 upp í 1 mió. kr. Avsettar verða eisini 788.000 kr. til at stovna ein maritiman tænastudepil og 1 mió. kr. til átøk at marknaðarføra føroyska vinnu.

- Samgongan fer at reka ein virknari uttanríkispolitikk. Uttanríkispolitikkur snýr seg um at taka medábyrgd í altjóða samfelagnum, og tí hava vit valt at hækka játtanina neyðhjálp, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Marknaðarføring av føroyskari vinnu verður uppraðfest. Farið verður undir at seta á stovn ein maritiman tænastudepil, ið eftir ætlan verður eitt alment og privat samstarv millum landsstýrið, kommunur og vinnulív. Somuleiðis verður skipað ein serstøk konta í játtanini til sendistovurnar, ið skal nýtast til átøk at marknaðarføra føroyska vinnu.

- Marknaðarføring av føroyskari vinnu er fokusøki hjá nýggja landsstýrinum. Sendistovurnar eru upplagdur pallur í marknaðarføring av føroyskari vinnu, og økta játtanin skal nýtast til átøk í samstarvi við eitt nú Visit Faroe Islands, Jarðfeingi og vinnuna, sigur Poul Michelsen.

- Føroyar liggja væl fyri í mun til siglingarleiðirnar í Arktis, og skipaferðslan kring Føroyar fer at vaksa komandi árini. Føroyingar hava serkunnleika og tænastur at bjóða fram til altjóða skipavinnuna. Vinnan er farin undir átakið Faroe Islands Maritime Services. Ætlanin er, at henda verkætlan skal halda fram og gerast ein maritimur tænastudepil, sum skal savna og marknaðarføra føroyskar tænastur.

Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, tlf. 551028, palln@uvmr.fo