Í dag, 1. Juli 2014, var stovnandi aðalfundur hjá nýggja partafelagnum P/F Visit Faroe Islands, har partafelagið formliga varð sett á stovn og nevnd og stjórn felagsins vóru vald.
Á myndini frá vinstru: Johannes Jensen, Áki Leitisstein Hansen, Guðrið Højgaard, Finnbjørn Zachariasen, Jóhan Pauli Helgason, Rúni V. Poulsen, Johan Dahl, Sif Gunnarsdóttir, Jørgen Holme og Oddbjørg Højgaard
Guðrið Højgaard, sum hevur verið stjóri á Ferðaráðnum, síðani Ferðaráðið varð endurstovnað, heldur fram sum stjóri fyri nýggja partafelagið.
Nevndin, sum telur 8 limir, verður sett soleiðis saman fyrstu setuna:
Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist (tilnevndur sum formaður av landsstýrismanninum)
Jørgen Holme, stjóri á Atlantic Airways
Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line
Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia (tilnevnd av Ferðavinnufelagnum)
Áki Leitisstein Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis Kommunu (tilnevndur av Kommunufelagnum)
Ingibjørg Berg, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (tilnevnd av Tórshavnar Kommunu)
Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum (tilnevnd av landsstýrismanninum, umboðandi mentanina í Føroyum)
Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Vinnumálaráðnum (tilnevndur av landsstýrismanninum sum umboð fyri Føroya Landsstýri)
Grannskoðanin av P/F Visit Faroe Islands varð send í alment útboð og var tað SPEKT, umboðað av Finnbjørn Zachariasen, sum vann útboðið.