Í vár fingu vit endiliga eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg. Fyri at lógin skal virka til fulnar, er neyðugt at raðfesta økið fíggjarliga. 1,4 mió kr. eru tí settar av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024. Náttúrulógin kemur í gildi 1. januar 2024 og skal lyfta føroyska náttúruvernd upp á hægri stig fyrisitingarliga og vitanarliga.
Loksins verður farið undir at skipa fyrisitingina av náttúruvernd, og verður peningurin nýttur at manna nýggju náttúrufyrisitingina.
Fyrst fyri liggur serliga arbeiðið at fylla karmarnar í nýggju náttúruverndarlógini út við kunngerðum, vegleiðingum og øðrum. Burtur úr rúgvuni kann nevnast kunngerð um innflyting av fremmandum lívverum. Náttúrufyrisitingin skal byggja á vísindaligt vitanargrundarlag, og tí fer eisini fitt av arbeiðsorku at krevjast til skrásetingararbeiði og til at gera skrásetta náttúruvitan atkomandi hjá øllum. Umhvørvisstovan hevur fyrr í ár sett eitt dátufólk til náttúru- og umhvørvisvernd at menna og umsita ein metadátugrunn til m.a. hetta endamálið, og er eisini peningur settur av til hetta á fíggjarlógini.
Náttúran hevur tørv á verju, og fyri at verja er neyðugt at vita, hvat krevst. Tí verður náttúruøkið raðfest bæði fíggjarliga og við nøktandi lóggávu og fyrisiting.