Løgtingið hevur í dag við stórum meiriluta samtykt nýggja náttúruverndarlóg at koma í gildi 1. januar 2024.
At verja og røkja okkara felags náttúru er eitt týðandi samfelagsáhugamál, og tí fari eg sum landsstýriskvinna í náttúrumálum at ynskja øllum føroyingum til lukku við náttúruverndarlógini.
Síðan aldaskiftið eru fleiri royndir gjørdar at fáa Føroyum eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg, og hóast tilgongdin hevur verið drúgv, kunnu vit í dag fegnast um, at løgtingið hevur tikið hetta týdningarmikla stigið at verja og røkja føroysku náttúruna við tíðarhóskandi lógarverki – náttúruni sjálvari og verandi og komandi ættarliðum at gagni.
Lógin skal røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í føroysku náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.
Regluverkið um vernd av dýra- og plantusløgum og um økisvernd verður dagført og fjøltáttað, og heimildir verða útvegaðar til at basa hóttanini frá fremmandum lívverum.
Til at sita fyri lógini verður skipað ein faklig náttúrufyrisiting undir landsstýrisfólkinum. Umframt sjálvt verndararbeiðið liggur eitt týðandi arbeiði fyri framman at útvega vitanargrundarlagið, sum krevst til munadygga náttúruvernd.
Tað er í tøkum tíma, at løgtingið tekur hetta alneyðuga stigið, og eg fegnist sum landsstýriskvinna um, at so stórur meiriluti av politisku skipanini hevur borið lógaruppskotið gjøgnum tingið og eigur sín lut í lógini, sum hevur á veg í trý samgonguskeið. Til lukku, øll somul, og takk fyri tykkara tøk.
Tað liggur á okkum øllum at røkja náttúruna, og nýggja lógin útvegar góð amboð til endamálið. Við at fara til verka nú kunnu vit skapa okkum sjálvum og framtíðar ættarliðum eina bjartari og burðardyggari framtíð.