Í døgunum 3. og 4. apríl verður ársfundur í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) hildin í Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum setur ársfundin, ið verður á Hotel Hafnia.
Ársfundurin er tann 27. í røðini, síðani NAMMCO varð sett á stovn í 1992. NAMMCO er samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum. NAMMCO veitir limalondunum ráðgeving um umsiting og burðardygga veiðu av havsúgdjórum, herímillum grindahval.
Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland. Harafturat luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar.
Á ársfundinum luttaka umboð fyri stjórnirnar í limalondunum og eygleiðaralondunum, umframt aðrar felagsskapir. Á skránni fyri ársfundin er millum annað nýggj granskingarúrslit og gongdin viðvíkjandi umsiting av hvali og kópi í Norðurhøvum.
Fyri Føroyar luttaka umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið.
Meira kunning um NAMMCO og ársfundin er at finna á www.nammco.no