Seinastu dagarnar eru týðandi fet tikin ímóti einari semju um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum.
Tað er greitt, nú samráðingarumfarið um framtíðar fiskivinnu í altjóða sjógvi í Íshavinum, er av. Samráðingarnar gingu so væl, at semja varð fingin um fleiri týdningarmiklar partar av avtaluni. Partarnir vænta, at komið verður á mál við samráðingunum í nærmastu framtíð.
Seinastu dagarnar hevur Føroya landsstýri verið vertur fyri samráðingarumfari um møguliga framtíðar fiskivinnu í altjóða sjógvi í Íshavinum. Talan er um samráðingar um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi við tí endamálið at tryggja burðardyggan fiskiskap, tá ið grundarlag verður fyri tí.
Næsta samráðingarumfar verður í mars komandi ár.
Føroyar og Grønland taka lut í samráðingunum í felags sendinevnd. Onnur lond í samráðingunum eru hini strandalondini til Íshavið Kanada, Noreg, Russland og USA. Harumframt eru ES, Ísland, Japan, Kina og Suður Korea, sum verða mett at vera millum tey fáu londini í heiminum, sum hava hegni og reiðskap til at fara undir fiskiskap í Íshavinum, tá umstøðurnar væntandi einaferð fara at loyva tí.
Ein almennur samandráttur frá samráðingunum kann síggjast her.