Fólk á føroyskum arbeiðsplássum eru nú munandi betri tryggjað í sambandi við arbeiðsskaða. Dekningurin er betri, og endurgjaldið fyri skaðar er munandi hækkað. Við nýggju lógini um arbeiðsskaðatrygging er alt lógarverkið á økinum nútímansgjørt
- Nú eru vit komin á mál. Hetta er eitt framstig, sum øll á føroyska arbeiðsmarknaðinum veruliga kunnu gleðast um. Vil illa til, og fólk koma til skaða í sambandi við arbeiði, hava vit nú eina góða skipan at lofta fólki.
Soleiðis sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sipar til, at Løgtingið beint fyri summarsteðg sín samtykti eina nýggja lóg um fylgir av arbeiðsskaða. Vanliga verður hon nevnd arbeiðsskaðatryggingarlógin, og hon kemur í staðin fyri vanlukkutryggingarlógina.
Víðkað hugtak um arbeiðsskaða
Nýggja lógin gevur hinum einstaka munandi betri sømdir enn higartil, tá tað snýr seg um viðurkenning av arbeiðsskaða og vinnusjúku.
Soleiðis er sjálvt hugtakið arbeiðsskaði víðkað. Tað fevnir nú bæði um vanlukkutilburðir, sum standast av arbeiðinum ella arbeiðsumstøðunum, herundir lyftiskaðum, og – sum nakað heilt nýtt – eisini um vinnusjúkur.
Vinnusjúkur eru sjúkur, sum eftir læknaligum og tøkniligum royndum eru elvdar av serligum árinum orsakað av arbeiði ella arbeiðsviðurskiftum. Vinnusjúka er eisini aðrar sjúkur, m.a. sjúkur, sum livandi fødd børn hava fingið í móðurlívi orsakað av arbeiði, móðirin hevði, ímeðan hon var við barn.
Hægri endurgjald
Sømdirnar eru eisini betri, tá tað snýr seg um sjálvt endurgjaldið vegna arbeiðsskaða ella vinnusjúkur.
Endurgjald fyri mist vinnuføri er nú munandi hækkað, og sama er galdandi fyri skaðabót fyri varandi mein. Somuleiðis eftirsitiløn og endurgjald til vaksin og børn fyri miss av uppihaldara. Endurgjald til útreiðslur til hjálpitól, sjúkuviðgerð v.m. undir málsviðgerðini er dagført v.m. Ein røð av betranum er veruleiki við nýggju lógini.
Tryggingarfeløg og arbeiðsgevarar rinda
Nýggja lógin um arbeiðsskaðatrygging verður fíggjað av arbeiðsgevarunum, meðan sjálvt endurgjaldið verður goldið av tryggingarfeløgunum.
Tann parturin, ið snýr seg um vanligar arbeiðsskaðar, taka tryggingarfeløgini upp á seg í sínum vanliga tryggingarvirksemi. Hin partin um vinnusjúkur verður avgreiddur við at 0,10 prosent av øllum útgoldnum A-inntøkum fara í ein sonevndan Vinnusjúkugrunn.
- Ein avleiðing av nýggju arbeiðsskaðatryggingarlógini er, at tryggingargjøld eru hækkað nakað, men stóri vinningurin er, at nú eru øll betur tryggjaði, vil illa til undir arbeiði og av árinum frá arbeiði, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Við nýggju lógini um arbeiðsskaðatrygging, endurgjaldsábyrgdartryggingarlógini og sjúkratryggingarlógini er nú komið á mál við nútímansgerðini av lógarverkinum.
- Samlaða lógarverkið er nú liðugt og á hædd við tað, sum er galdandi í grannalondunum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 306600.