Móttøka í sambandi við framløgu av bóklinginum New to the Faroe Islands
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, luttók á móttøku í dag, sum Útlendingastovan skipaði fyri, í sambandi við, at bóklingurin “New to the Faroe Islands” varð lagdur fram.
Landsstýrismaðurin legði í sínari røðu dent á, at tað er sera umráðandi, at fólk, sum koma til Føroya og ynskja at virka her, fáa møguleika at fóta sær í føroyska samfelagnum. Tørvurin á væl skipaðari integratión er vaksin í tráð við, at talið av útlendingum í Føroyum økist. Fyrsta fortreytin fyri væleydnaðari integratión er, at tey sum koma higar, fáa innlit í føroyska samfelagið og mentanina. Tað kann snúgva seg um spurningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, heilsurøkt, barnaøkinum o.s.fr. Higartil hevur hendan kunning verið rættiliga spjadd og landsstýrismaðurin fegnast tí um, at bóklingurin “New to the Faroe Islands” er vorðin veruleiki.
Bóklingurin “New to the Faroe Islands” kann takast niður her:
http://d1d6zxt0xmx99c.cloudfront.net/media/1861/national-handbook-online-version.pdf
Á myndini sæst David Im, integratiónssamskipari, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Johan Jacobsen, verkætlanarfólk.