Fríggjadagin var móttøka hjá Brúkaraumboðnum í Vági, har fitt av fólki var komið at ynskja Brúkaraumboðnum til lukku.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, vinnulívsfólk, løgtingslimir og umboð frá almennu fyrisitingini vóru komin til móttøkuna. Hesi vóru úr Suðuroynni, men eisini nakað væl av fólki var komið suður við Smyrli at hitta Brúkaraumboðið.
Johan Dahl flutti fram røðu og legði dent á, at tørvur hevur leingið verið á einum brúkaraumboði. Brúkarin hevur tørv á vernd, men fyritøkur hava eisini tørv á lógarkarmum, hvat marknaðarføring viðvíkur. Á henda hátt eru spælireglurnar greiðar og øll vita, hvat tey hava at fyrihalda seg til.
Landsstýrismaðurin segði, at Brúkaraumboðið hevur fingið eina góða byrjan. Hann hevur viðgjørt fleiri kærur og rættiliga nógv hevur verið skrivað um brúkarmálini í fjølmiðlunum.
Í sambandi við móttøkuna nýtti Brúkaraumboðið eisini høvi at avdúka nýggju heimasíðuna www.bruk.fo.
Mynd: Bjarni Nygaard, Spf Lýsing