09.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Mótmæla vatnorkuútbygging við Norðskála

Mótmæla vatnorkuútbygging við Norðskála

foto Jens Kristian Vang Myndatekstur: Elsa Annika Olsen við fylgi handa Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu mótmælisundirskriftir.


Seinnapartin mikudagin handaði Elsa Annika Olsen landsstýriskvinnuni við vinnumálum, Bjørt Samuelsen, 645 undirskriftir at mótmæla vatnorkuútbygging Eiði 2 hjá SEV í Eysturoynni.

Saman við undirskriftunum fekk landsstýriskvinnan eisini handað eina yrking ”Harmaljóð til Stórá við Norðskála” og eina fløgu við myndum av Stóránni við Norðskála og Myllánni við Eiði.

Tey, sum hava skrivað undir mótmælið, heita á avvarðandi myndugleikar at vísa hógv, nú farið verður víðari við vatnorkuútbyggingini hjá SEV í Eysturoynni.

Landsstýriskvinnan ásannaði, at tað kann vera trupult at finna javnvág ímillum tað at útbyggja fyri at útvinna meira varandi orku, og atlitini til nærumhvørvið hjá borgarunum.

Á sumri í 2007 varð nýggj elveitingarlóg sett í gildi. Í framtíðini, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður latið, skal ein umhvørvisárinsmeting gerast. Úrslitini av hesi umhvørvisárinvmeting skulu góðkennast av avvarðandi landsstýriskvinnu ella stovni undir henni. Harafturat skal viðkomandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir hoyrast, áðrenn loyvi verða veitt.

SEV fekk loyvini til vatnorkuútbyggingina Eiði 2, áðrenn nýggja lógin kom í gildi.