Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur í dag lýst kunngerð um, at innflutningur av sonevndum f-gassi skal minka 85 prosent komandi 12 árini.
F-gass eru eru sterk vakstrarhúsgass. Tað merkir, at tey eru ógvuliga skaðilig fyri umhvørvið.
Eitt tað ringasta F-gassið (SF6) ger útvið 23.000 ferðir so stóran skaða sum koltvíilta (CO 2 ).
Hesi vakstrarhúsgass eru týðandi partur av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi.
Við reglunum verður krav nú sett um at útskifta f-gass við onnur kølievni, sum ikki eru eins oyðileggjandi fyri veðurlagsskipanina.
F-gass verða nýtt í serliga køli- og frystiskipanum á landi og í flotanum.
“Vit hava eina altjóða skyldu at minka útlátið av f-gassi; ein skylda, sum vit tíverri ikki hava røkt.
Tí fegnist egum, at vit nú endiliga seta í verk eina kvotaskipan, sum fer at minka nýtsluna av hesum vakstrarhúsgassum munandi komandi árini, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.
Køli- og frystiskipanir á landi og umborð á skipum, sum brúka f-gass, skulu frameftir skiftast út ella tillagast til onnur kølievni, sum ikki eru eins skaðilig fyri veðurlagið. Eisini er bann sett fyri innflutningi av f-gassi í einnýtsluíløtum frá 1. januar 2024.
Kunngerðin um f-gass kann lesast her.