22.02.2017 · Umhvørvismálaráðið

Michelin stjørnan hjá KOKS er eitt bergtakandi avrik

Michelin stjørnan hjá KOKS er eitt bergtakandi avrik

Í sambandi við, at Matstovan KOKS hevur fingið Michelin stjørnu, hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hesa kvøðu:

“Eg vil ynskja KOKS og øllum fólkunum handan matstovuna hjartaliga tillukku við Michelin stjørnuni. Hetta er eitt megnar avrik.

Avrikið er úrslit av djørvum hugsjónum, hørðum og miðvísum arbeiði og vissuni um, at føroysku rávørurnar eru í heimsflokki, og at føroyskir kokkar kunnu standa seg á gastronomiska heimspallinum.

Michelin stjørnan er sjón fyri søgn um, at KOKS er í heimselituni innan matgerðarlist og millum fremstu ambassadørar fyri Nýnorrøna matinum. Michelin stjørnan hjá KOKS fær uttan iva stóran týdning fyri føroysku matstovu- og ferðavinnuna, og er ein íblástur og fyrimynd fyri føroyska vinnulívið og íverksetarar.”

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.