Longu við verandi matvørulóg ber til at finna loysnir, so at tiltøk sum Matfestivalurin kunnu fáast at bera til.
Í tíðindaflutninginum í gjár varð sagt, at Matfestivalurin í ár er avlýstur, m.a. orsakað av krøvunum um, at kjøt skal verða slátrað á góðkendum sláturvirki.
Fyri at ongar misskiljingar skulu vera í hesum máli, vil Vinnumálaráðið gera vart við, at Heilsufrøðisliga Starvsstovan longu í vár vísti á eina møguliga loysn, har eitt verandi sláturvirki kann góðkennast at slátra til festivalin undir djóralæknaeftirliti.
Hetta er ein fyribils loysn, men eftir ætlan letur upp góðkent sláturvirki í Dímun í heyst, og tá kunnu matstovur bjóða føroyskt kjøt, ið líkur treytirnar í matvørulógini.
Matvørutrygdin eigur altíð at verða sett fremst, og við skeljadjórum er neyðugt at vísa størsta varsemi. Skjeljavirki er í landinum, og við samstarvi við hetta virki átti at borið til at funnið spennandi loysnir fyri eitt tiltak sum Matfestivalin.
- Vinnumálaráðið raðfestir matgerðarvinnuna høgt og fegnast um, at áhugin hjá føroyingum at eta úti tykist at vera vaksandi, eins og vinnan er í støðugari menning og spílar seg út at bjóða fram nýggjar og spennandi rættir. Við komandi góðkenda sláturvirkinum koma vónandi fleiri møguleikar at gera tað serføroyska, ið kundar spyrja eftir, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
- Á matfestivalinum í fjør kom vaksandi áhugin fyri matmentanini veruliga til sjóndar, og tað er púra víst, at slík tiltøk hava alstóran týdning, tá um ræður at menna føroysku matmentanina og matvinnuna, sigur landsstýrismaðurin.
Vinnumálaráðið vónar, at tiltakið verður skjótt aftur.
Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Vinnumálaráðnum, tel 306600.