26. og 27. mei verður fundur hjá mat-ambassadørunum, sum eru tilnevndir í Norðurlandaráðs verkætlanini Ny Nordisk Mad, í Føroyum.
Verkætlanin er sprottin úr manifestinum, sum fleiri norðurlendskir kokkar, teirra millum okkara Leif Sørensen og Gundur Fossdal, løgdu fram eftir ráðstevnu 18. og 19. november 2004. Manifestið sæst í donskum líki á frammanfyri nevndu heimasíðu, men burtur úr kunnu vit nevna, at nýggja norðurlendska matgerðarlistin skal
1. endurspegla árstíðina í máltíðini,
2. byggir á tær rávørur, sum verða framúr góðar í okkara veðurlagi, náttúru, havi og vøtnum
3. sameina kravið um vælsmakk og okkara vitan í dag um heilsu og vælveru
4. fáa tað at renna saman millum bestu norðurlendsku (les føroysku) matgerðarhættirnar og kulinarisku siðirnar og íblástur og ávirkan uttaneftir
Manifestið, verkætlanin, ambassadørarnir og fremstu kokkarnir í norðurlondum hava fram um onnur vakt ansin í norðurlendskum og altjóða høpi fyri dygdargóða matinum í Norðurlondum – hvør hevur ikki sæð sendingarnar hjá Claus Meyer, sum er í verkætlanarstýrinum, og hoyrt um Rene Redzepi á Noma, sum júst nú hevur fingið enn ein altjóða heiður.
Heima í Føroyum hava okkara kokkar og bestu matstovur eisini tikið til sín hetta rákið um virðing fyri okkara egnu rávørum og góðari tilvirkan úr henni. Roynt verður á mangan hátt at bjóða føroyingum og útlendskum gestum nýggjar og spennandi rættir í føroyskari rávøru, eitt nú royndi Al Gore undir sínari vitjan her í fjør onkrar av hesum rættum.
Vit kunnu fegnast um, at hesin fundurin hjá matambassadørunum verður hildin í Føroyum, og vit vóna at hon verður vit til at menna enn meira nýggja føroyska og norðurlendska matgerðarlist og føroyskar matstovur.
Mat-ambassadørarnir eru øll fólk sum eru virkin at fremja og menna norðurlendskan matmentan og matlist.
Mat-ambassadørarnir eru:
Danmark: | |
Finland: | |
Færøerne: | |
Grønland: | |
Island: | |
Norge: | |
Sverige: | |
Åland: |
Meira sæst at lesa um Ny Nordisk Mad, á heimasíðuni http://nynordiskmad.org/ny-nordisk-mad