Í gjár 14. juni varð Martin V. Heinesen endurvaldur sum limur í Landgrunsnevnd ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf) í eitt fimm ára skeið afturat. Sum valevni fyri Kongsríki Danmarkar saman við hinum norðurlondunum hevur Martin sitið í hesi nevnd síðan 2012, og hann skal nú halda fram til 2022.
Uppgávan hjá Landgrunsnevndini er at viðgera próvgrundarlagið og gera tilmæli um landgrunsmørk uttan fyri 200 fjórðingar hjá strandalondum kring um í heiminum. Nevndin hevur sæti í New York og arbeiðir har 21 vikur um árið.
Teir 21 limirnir í landgrunsnevndini eru serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og hydrografi. Teir verða valdir úr ymsum heimspørtum fyri at tryggja eina geografiska javnvág. Saman við einum limi úr Kanada og einum úr Portugal umboðar Martin sonevnda WEOG-økið (Western Europe and Others Group), sum fatar um Avstralia, Nýsæland og Norðuramerika, saman við Vesturevropa.
Áðrenn Martin varð valdur í Landgrunsnevndina, var hann leiðari fyri føroysku landgrunsverkætlanini, sum vegna Kongsríkið fyrireikaði landgrunskrøvini út um 200 fjórðingar norðan og sunnan fyri Føroyar. Hesi vórðu latin ST í ávikavist 2009 og 2010. Í 2014 gav Landgrunsnevndin sítt tilmæli viðvíkjandi økinum norðanfyri. Kravið sunnan fyri bíðar enn eftir viðgerð í nevndini.
Landsstýrið ynskir Martini V. Heinesen til lukku við endurvalinum og ynskir honum góða eydnu við framhaldandi arbeiðinum í Landgrunsnevnd ST.