09.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Marknaðarføringslóg og brúkaraumboð

Nýggja landsstýrið hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at betra um støðuna hjá brúkarunum. Tí er eitt uppskot borið í Løgtingið at seta á stovn Brúkaraumboð, ið skal umsita eina nýggja marknaðarføringslóg, ið verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
 
Marknaðarføringslógin inniheldur trý høvuðsøki. Tey eru Almennar reglur um atferð á marknaðinum, brúkaravernd og reglur viðvíkjandi vinnurekandi
 
Tað yvirskipaða endamálið við lógini er at tryggja, at marknaðarføring og annað vinnuvirksemi, verður framt á ein hóskandi og rímiligan hátt, har atlit verða tikin til brúkaran, til onnur vinnurekandi og til áhugamálini hjá samfelagnum yvirhøvur. Uppskotið til lóg um marknaðarføring er sostatt eitt uppskot um góðan marknaðarføringssið.