13.11.2008 · Umhvørvismálaráðið

Málið um russiska innflutningsbannið umrøtt á fundi millum Føroyar og Russland

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni, vóru í gjár á fundi við stjóran á russiska eftirlitsstovninum Rosselkhoznadzor, ið hevur um hendur veterinera eftirlitið í Russlandi.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni, vóru í gjár á fundi við stjóran á russiska eftirlitsstovninum Rosselkhoznadzor, ið hevur um hendur veterinera eftirlitið í Russlandi. Á fundinum varð umrøtt málið um russiska innflutningsbannið av føroyskum fiski og fiskavørum til Russlands.
 
Á fundinum varð avrátt, at veterineru myndugleikarnir í ávikavist Russlandi og Føroyum undirskriva eitt sokallað Memorandum of Understanding, ið ger greitt, hvussu arbeitt verður frameftir við at loysa málið um innflutningsbannið. Hetta Memorandum verður ætlandi undirskrivað miðskeiðis í januar mánaði í Berlin, tá bæði russiskir og føroyskir myndugleikar luttaka á tiltakinum Grüne Woche.
 
Ætlanin er síðani, at russiskir eftirlitsmyndugleikar fremja nýtt veterinert eftirlit í februar mánaði. Eftir hesa eftirlitsvitjan verður støða tikin til, um innflutningsbannið verður tikið av.