01.03.2016 · Umhvørvismálaráðið

Makrelur kann nú útflytast til Kina

Makrelur kann nú útflytast til Kina

Flestu føroysku fiskavørurnar kunnu útflytast til Kina við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Nú fer eisini at bera til at útflyta makrel til Kina.
 
Eftir at kinverjar 1. mai 2013 broyttu lóggávuna soleiðis, at vørur, sum ikki høvdu verið útfluttar til Kina áðrenn hesa dagfesting, ikki kundu útflytast til Kina, uttan so at myndugleikarnir í Kina frammanundan høvdu góðtikið vørubólkin, ið talan var um.

Tá talan er um makrel, sum er framleiddur í Føroyum, gjørdu tær nýggju reglurna í Kina seg galdandi. Á sumri 2014 gjørdi Heilsufrøðiliga starvsstovan frágreiðing til kinversku myndugleikarnar um makrel sum mat,  har øll heilsufrøðilig viðurskifti, ið hava týdning fyri matvørutrygdina, vórðu upplýst. Um sama mundið vóru kinverjar í Føroyum á eftirlitsvitjan fyri at kunna seg um Heilsufrøðiligu starvstovuna og tí eftirliti, vit hava við laksavirkjum og pelagiskum virkjum.
 
Kinverjar gjørdu uppskot til mannagongdir fyri, hvussu føroyingar kunnu útflyta makrel, og hvørjar skyldur Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í hesum sambandi.

Við ársbyrjan 2015 var fundur í Kina, og loksins er kunning komin umvegis donsku sendistovuni í Peking, at Føroyar nú kunnu útflyta makrel til Kina.
 
Mannagondin,ið fevnir um hetta virksemi, er ikki undirskrivað enn, men hetta verður gjørt, so skjótt høvið býðst.
 
Útflytarar, ið hava ætlanir um at útflyta til Kina, verða vinarligast bidnir um at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, so starvsstovan kann greiða teimum nærri frá umstøðunum.

Um tit hava nærri spurningar, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við Bárð Enni, stjóra.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan