15.12.2016 · Umhvørvismálaráðið

Makrelprotokollin við Kina er komin í gildi

Makrelprotokollin við Kina er komin í gildi

Tíðindaskriv

Protokollin millum Føroyar og Kina á heilsufrøðiliga økinum viðvíkjandi frystum makreli til Kina kom í gildi 13. desember. Sonevnda makrelprotokollin er ein avtala millum Føroyar og Kina um krøvini til eftirlit og karantenu viðvíkjandi frystum makreli, ið verður útfluttur úr Føroyum til Kina.

Makrelprotokollin hevur verið viðgjørd eina tíð, har ið tað eru heilsufrøðiligu myndugleikarnir hjá báðum londunum, ið hava samráðst um innihaldið. Føroysku megin hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan staðið fyri tí arbeiðinum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var á fundi við kinversku myndugleikarnar 31. oktober í Beijing, har ið tey seinastu ivamálini vórðu loyst. Við gildiskomu av protokollini 13. desember, er formliga grundarlagið komið uppá pláss, ið ger tað møguligt at útflyta frystan makrel til kinverska marknaðin.

Nærri fæst at vita um innihaldið í makrelprotokollini við at venda sær til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.