Endamálið við løgtingslógini um lutaíbúðafeløg, sum varð samtykt á løgtingi í gjár, er at fáa ein meira vælvirkandi bústaðarmarknað, og at útboðið av bústøðum skal vera meira fjøltáttað soleiðis, at tað fíggjarliga verður lættari hjá fólki við vanligum inntøkum at útvega sær egnan bústað.
Við hesum uppskotinum verða lutaíbúðafeløg í ein ávísan mun lógarregulerað til tess at skapa greiðari rættargrundarlag fyri lutaíbúðafeløgum. Lógaruppskotið hevur reglur um stovnan av lutaíbúðafelagi, kapital- og rakstrarviðurskifti felagsins, hefting luthavaranna fyri skyldum felagsins, rættindi og skyldur luthavaranna viðvíkjandi lutinum, lutaíbúðafelagsins aðalfund, heruppi í reglur um minnilutaverju, avtøku felagsins, umframt reglur um brúkaravernd, upplýsingarskyldu og iðranarrætt í sambandi við keyp av lutaíbúð.
Eftir lutaíbúðafelaglógini verða lutaíbúðir skipaðar soleiðis: Lutaíbúðafelagið útvegar/eigur fastognina og fíggjar útveganina við láni við veð í ognini (80% av fastognarvirðinum). Luthavararnir útvega hini 20% av fíggingini, sum er teirra innskot í felagið. Luthavararnir hava møguleika at fíggja innskotið við veðseting av lutinum. Til lutin í felagnum hjá luthavarunum er atknýttur brúksrættur til eina ávísa íbúð í fastognini hjá lutaíbúðafelagnum, og luthavararnir skulu rinda eitt íbúðaavgjald til at rinda útreiðslurnar av veðláninum hjá felagnum og aðrar rakstrarútreiðslur hjá lutaíbúðafelagnum.
Í mun til eigara av eigaraíbúð er fyrimunurin hjá luthavaranum serliga, at hann ikki skal útvega fígging til og bera váðan av allari fíggingini av íbúðini, men einans skal útvega fígging til tann partin, sum ikki verður fíggjaður við lántøku hjá felagnum við veðrætti í eigindóminum hjá felagnum.