Uttanríkis- og Vinnumálráðið hevur sent til hoyringar uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin), og fylgibroytingar í øðrum lógum, t.e. vinnufyritøkulógini og ársroknskaparlógini.
Endamálið við broytingaruppskotunum er:
At føroyskur vinnufelagarættur skal vera altjóða kappingarførur soleiðis, at tað ikki verða sett strangari krøv í Føroyum enn í øðrum londum
At tað skal verða lættari at stovna vinnufyritøkur við avmarkaðari ábyrgd
At minka umsitingarligu byrðarnar innan fyri vinnufelagarættin við tí fyri eyga at einfaldgera vinnutreytirnar fyri føroysk kapitalfeløg
At tað verður ein meira javnbjóðis umboðan av kvinnum og monnum í teimum størru føroysku vinnufyritøkunum
At tryggja at Føroyar í mest møguligan mun kunnu lúka krøv í altjóða samstarvi um skattaviðurskifti, heruppií at skattamyndugleikarnir kunnu fáa innlit í eigaraupplýsingar viðvíkjandi handhavapartabrøvum, tá eigaraparturin er minni enn 5%
At útvega heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar fer fram talgilt
At eggja fyritøkum og íleggjarum til at taka støðu til samfelagsábyrgd
Nakrar av høvuðsbroytingunum eru:
Minsta kapitalkravið fyri smápartafeløg uppá 80.000 kr. verður lækkað til 50.000 kr.
Tað skal verða møguligt at stovna eitt serligt slag av smápartafelagi, nevnt íverksetarafelag við einum við einum kapitalkravið uppá 1 kr., og er málbólkurin, sum navnið sigur, serliga íverksetarar.
Stór vinnufeløg, børsskrásett feløg og landspartafeløg skulu hava máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri vinnufeløg. Stór vinnufeløg eru feløg, sum fara upp um tvey av hesum trimum mørkum : Ein javna upp á 143 mió. kr, ein nettoumseting upp á 286 mió. kr., og í miðal 250 fulltíðarstarvsfólk ella fleiri.
Somu vinnufeløg skulu eisini í ársfrásøgnini greiða frá, um tey hava ein politik um samfelagsábyrgd t. d. viðvíkjandi umhvørvi ella mannarættindum.
Lættar verða veittir viðvíkjandi frágreiðingum og skjølum í sambandi við m.a. samanleggingar.
Eftir 1. juni 2016 skal ikki bera til at stovna feløg við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufyritøkulógini, og er orsøkin til tað, at hesi feløg líkjast nógv parta- og smápartafeløgum, og eru minni gjøgnumskygd við færri krøvum til m.a. kapital og leiðslu.
Ummælisfreistin er 25.november 2015
Sí: Lógaruppskot til hoyringar
Sí: Fylgibræv