30.12.2009 · Umhvørvismálaráðið
Lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða kemur í gildi 1. januar 2010
1. januar 2010 kemur lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi.
1. januar 2010 kemur lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi.
Hetta er ein dagføring av verandi vanlukkutryggingarlóg, umframt at nýggja lógin eisini fevnir um vinnusjúkur.
Nýggja lógin hevur við sær munandi hækkingar í útgjaldinum fyri arbeiðsskaðar, avlamni og deyða, umframt at nú verða ávísar útreiðslur, sum eru knýttar at hesum hendingum, dekkaðar.
Tað er ikki gjørligt at tekna trygging móti vinnusjúkum, tí er Vinnusjúkugrunnur settur á stovn fyri at tryggja, at peningur er tøkur í hesum sambandi. Avtala er gjørd við Fíggjarmálaráðið, at Vinnusjúkugrunnurin verður umsitin av Taks á Tvøroyri.
Landsstýrismaðurin fegnast um hetta týðandi arbeiðsmarknaðarpolitiska framstigið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið.