Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, um at seta í gildi fríhandilssáttmálan við Bretland, tá Bretland fer úr ES.
Óvissa valdar framvegis um, nær Bretland endaliga fer úr ES. Føroyar hava tó tikið neyðugu stigini til, at verandi samhandil millum londini kann halda fram, skuldi tað hent, at Bretland úr ES uttan eina skilnaðaravtalu.
”Nú Løgtingið hevur góðkent sáttmálan, kann samhandilin við Bretland halda fram at kalla ótarnaður, tá Bretland fer úr ES. Tí hevur hetta stigið stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar,” sigur Poul Michelsen.
Í 2017 og 2018 seldu Føroyar Bretlandi vørur fyri ávikavist 770 og 880 mió. kr. Innflutningurin úr Bretlandi hevur seinastu tvey árini verið um 280 mió. kr.
Uppskotið til samtyktar sæst her.