14.10.2020 · Umhvørvismálaráðið

Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so er hetta kanska eitt starv fyri teg.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Førleikar

Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Tú hevur áhuga fyri økjunum, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur, og kundi hugsað tær at arbeitt við at menna og dagføra økini. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur

Sum fulltrúi fert tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða kommunal eftirlitsmál, løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðasmíð, málsviðgerð, at gera hoyringarsvar umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

Talan er um eitt fast starv, sum serliga fevnir um kommunumál umframt náttúru- og umhvørvismál og byggi-, lendis- og býarskipanarøkið.

Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Gongin 7

FO-100 Tórshavn

ella við telduposti til uvmr@uvmr.fo

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. oktobur 2020 kl. 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á tlf. 558090 ella við at skriva til hilmarh@uvmr.fo.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika